Í gjár var eitt ferðsluóhapp Millum Fjarða, sum sá ógvusligt út, men har eingin fólkaskaði var kortini.
Tveir bilar koyrdu sama veg, men so bremsar tann fremri bilurin, men tað varnaðist bilførarin í tí aftara bilinum ikki. Hann varð greiður yvir, at hann lukkaðist ikki at bremsa og høgdi tískil róðrið í borðið við teirri avleiðing, at hann fór útav, og koppaði.
Bilurin fekk væl av skaða, men bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, slapp uttan mein.