Luke Shaw til Manchester United

Sambært bretska blaðnum Daily Mirror hevur Manchester United tryggja sær Luke Shaw. Tað einasta, ið manglar, eru treytir um persónlig viðurskiftir.

Tað hevur verið uppá tal leingi, men nú tykist sannlíkt at vinstri bakkurin hjá Southampton, Luke Shaw, skiftir til Manchester United, tá komandi kappingarár í Premier League byrjar. Tað eru einans treytir um persónlig viðurskiftir, ið skilja Luke Shaw og Manchester United.

 

Luke Shaw var annars millum teir 23 í dag, tá Roy Hodgson tók enska landsliðið út. Luke Shaw er valdur framum Ashley Cole sum vinstri bakkur til HM.

 

Sambært Daily Mirror fer Manchester United at gjalda umleið £25 milliónir pund fyri enska vinstrabakkin. Harumframt fær Luke Shaw eisini eina stóra lønarhækkan. Tí frá at forvinna £25.000 pund um vikuna, kemur Luke Shaw at forvinna £75.000 pund um vikuna í Manchester United.

 

18 ára gamli Luke Shaw er enn bara skrásettur fyri ein dyst fyri enska landsliðið. Hann spældi Luke Shaw í februar, tá Ongland vann 1-0 í venjingardysti móti Danmark.