Lukasz Cieslewicz, sum hevur leikt við VB í ungdómsárunum, var stóri spælarin á øðrum liði hjá Brøndby, sum um vikuskiftið vann 3-0 á Holbæk Venjarin hjá Brøndby, Tom Køhlert, hevði sent stór nøvn sum Retov, Katongo, Williams og Thomas Rasmussen niður á annað lið at leika um vikuskiftið eftir 5-0 lúsingin ímóti FC Midtjylland í síðstu viku.
Tað var tó eingin av hesum, sum stjól myndina í dystinum hjá annað liði, har Brøndby leikti á heimavølli ímóti Holbæk. Í staðin var tað ungi áleyparin, Lukasz Cieslewicz, sum vit føroyingar kenna frá tíðini í VB, sum fór avstað við yvirskiftunum.
Hann megnaði nevniliga at leggja Brøndby á odda bæði 1-0 og 2-0 undan steðginum, og 2-0 gjørdist eisini hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki bleiv Chris Katongo rikin av vølli, men hetta forðaði ikki David Williams at økja um leiðsluna til 3-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Við teimum báðum málunum hevur Lukasz eisini víst, at hann eisini kann gera seg galdandi, tá fleiri av framstandandi leikarunum hjá Brøndby leika á næstbesta liðnum.