Fyrrverandi VB-spælarin Lukasz Cieslewicz skoraði um vikuskiftið fyri Hvidovre í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Lukasz er sáttmálabundin við Brøndby, men felagið hevur leigað Lukasz til Hvidovre fram til summarsteðgin. Ætlanin er at lata Lukasz royna seg á hægri stigi enn í Brøndby, har hann hevur spælt á næstbesta liðnum. Um vikuskiftið skoraði Lukasz í javnleikinum hjá Hvidovre ímóti Fredericia.










