Klokkan 15 verður farið undir triðja umfar í bestu deildini í landskappingini.
Tá verður grannauppgerð á Argjum, har B36 verður gestur.
Felags fyri bæði AB og B36 er, at fleiri spælarar eru á skaðalistanum.
Hjá B36 eru níggju spælarar á skaðalistanum, og hjá AB eru fimm spælarar á skaðalistanum.
Í AB er kappingin um plássini ikki so stór, sum hon er í B36. Tí raka skaðar ikki minni meint á Argjum, enn teir gera í Gundadali.
Lukasz Cieslewicz var á beinkinum alla tíðina, tá ið B36 vann 2-1 á Eiði. Tað hevur verið roknað við, at hann fór at verða førur fyri at spæla ídag. Hann verður á listanum, men hann er so mikið skaðadarvaður, at tað verður ikki roknað við, at hann verður millum teir fyrstu ellivu.
Nýggjur á langa skaðalistanum hjá B36 er Magnus Holm Jacobsen. Undir venjing hóskvøldið noyddist hann at gevast orsaka av skaða í lærkrikanum, og hann verður ikki við ídag.
Á langa skaðalistanum eru annars málverjarnir Rói Mørk Hentze og Símun Rógvi Hansen, sum eru langtíðarskaddir. Róaldur Jakobsen og Erlendur Magnusson eru langtíðarskaddir, og so eru tað Hugin Samuelsen, Michal Przybylzki og Hannes Agnarsson.
Eftir tvey umfør er B36 einasta liðið við fullari úrtøku.
-Báðar teir fyrstu dystirnar hava vit vunnið við einum máli. Spælararnir vita, at tað er bara við góðum hugburði og hørðum arbeiði, at tað ber til at vinna. Vit hava stóra virðing fyri AB, men vit fara út á Argir við vónini um, at góður hugburður, hart arbeiði og fótbóltsspæl skal bera við sær, at vit hava fulla úrtøku við okkum aftur í Gundadal, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.
-Eftir vónbrotið, sum tað var at tapa 2-1 í Trongisvági, var 2-1 sigurin á heimavølli ímóti ÍF sera kærkomin. Tað er týdningarmikið at vinna stig á heimavølli, og tað ætla vit okkum at gera í dag, hóast tað er B36, sum er mótstøðuliðið ídag. B36 er einasta liðið, sum hevur fulla úrtøku.
Á skaðalistanum hjá AB eru Jákup Pauli Breckmann, Jógvan Jóannesarson, Bjarki Nielsen og Tóki á Lofti. Tað verður vónað, at hesir báðir síðst nevndu kunnu pjøssast saman at spæla ídag. Hans Jákup Annfinnsson er burturstaddur.
Bjarni Skála er tøkur aftur eftir skaða í hælsinuni.
AB – B36: Rúni Gaardbo kl. 15.00