Lukasz Jarosinski heldur ikki fram í KÍ

Póllendingurin hevði sáttmála við KÍ fyri komandi ár

32 ára gamli málverjin Lukasz Jarosinski heldur ikki fram í KÍ. Hetta er eftir hansara egna ynski, at partarnir eru samdir um at enda samstarvið, skrivar Norðlýsið.

Lukasz Jarosinski kom til felagið í summar og spældi sjey teir seinastu dystirnar hjá KÍ í landskappingini. Hann vann plássið frá ársins málverja fara kappingarár, Kristiani Joensen, sum ikki hevði eina góða byrjan upp á kappingarárið.

Hetta er fimti útlendingurin, sum er komin til KÍ hetta kappingarárið, ið ikki heldur fram í felagnum. Hinir eru Sebastian Avanzini, Alessio Hyseni, Abubakar Ibrahim Aliyu og David Skrbec.