Lukasz ikki til Víking

Evropa fótbóltur tykist avgerandi fyri um Lukasz heldur fram í B36

Tað ljóðar úr Gøtu og Leivík, at Lukasz Cieslewic ikki tekur av tilboðnum, sum Víkingur hevur boðið honum. Framtíðin hjá Lukasz Cieslewicz er enn ógreið, men tað eru fleiri feløg, sum vilja hava hann. Millum annað HB sigst hava víst framherjanum hjá B36 áhuga aftur í ár.

 

Lukasz Cieslewicz hevur síðani 2011 verið ein lyklaspælari hjá B36. Hóast tað tók eitt sindur av tíð at koma í gongd í ár, so hevur hann víst sítt virðið í seinnu hálvu. B36 hevur framvegis ikki longt sáttmálan við lyklaspælaran. Tað ljóðar, at hann ynskir at halda fram í felagnum, men at luttøka í Evropa er avgerandi fyri, um árstalsfelagið hevur ráð at halda upp á ársins spælara frá 2011.

 

Luttøka í Europa League gevur 1,2 milliónir krónur í inntøkum, men tað skal sjálvandi mótroknast einum túri út í Evropa. Her er lutakastið avgerandi fyri hvussu nógv liggur eftir á botnlinjuni.

 

B36 er í løtuni í harðari kapping við NSÍ, um at tryggja sær seinasta plássið í Europa League. HB kemur í Champions League, meðan ÍF og Víkingur hava tryggjað sær pláss í Europa League. ÍF sum silvurvinnari í landskappingini, og Víkingur sum vinnari av Løgmanssteypinum.

 

B36 liggur í løtuni nummar trý. Eitt stig frammanfyri NSÍ. B36 skal í seinasta umfari spæla móti ÍF í Fuglafirði, meðan NSÍ fær vitjan av FM vinnarunum úr HB. B36 kann avgera alt sjálvur um teir vinna sín dyst.