Lukasz heldur fram í B36

Polski framherjin hevur í dag longt um sáttmálan við meistarafelagið.

Ein av avgjørdu profilunum hjá meistarunum í B36, Lukasz Cieslewicz, hevur í dag longt um sáttmálan við felagið. Sáttmálin ímillum B36 og polska framherjan er nú galdandi fram til og við 2017.


- Fyri meg er eingin ivi um, at hetta er besta felagið í landinum. Vit hava vunnið tvey meistaraheiti seinastu fýra árini, og vit eru aftur partur av gulldystinum í ár. Við at skriva undir nú, eru framtíðar viðurskiftini eisini greið, sigur Lukasz við heimasíðuna hjá B36.


Lukasz Cieslewicz kom til B36 í 2011. Sambært Faroesoccer hevur hann skotið 51 mál í 113 dystum í Effodeildini.


Heimasíðan hjá B36 skrivar eisini, at hann og beiggin, Adrian, hava latið myndugleikunum umsókn um føroyskt pass, soleiðis at tað skal vera møguligt hjá teimum at spæla á føroyska landsliðnum, sum teir báðir ynskja.