Tað verður 35-ára gamli póllendingurin Lukasz Cieslewicz, sum fer at standa á odda fyri Betri-kvinnum hjá HB. Avtala er gjørd við hann um at verða høvuðsvenjari komandi tvey árini, boðar HB frá í dag.
- Sum hjálparvenjara hevur Lukasz fingið ein garvaðan HBara, nevniliga Óla Hendrik av Fløtum. Óla Hendrik var í fjør fysiskur venjari hjá EB/Streymi, men áðrenn hetta hevur hann í fleiri umførum verið virkin í venjaraleiklutum í HB. Arbeitt verður eisini við at seta ein málmansvenjara til kvinnurnar, og hesin verður væntandi settur innan stutta tíð, verður sagt úr HB.
Lukasz Cieslewicz er eitt vælkent navn í føroyskum fótbólti, har hann hevur spælt síðani 2011. Fyrst fleiri ár við B36, síðani Víkingi og síðstu tvey árini við B68.
- Hóast passið er pólskt, er Lukasz nokk at meta sum hálvur føroyingur eftirhondini. Síðstu 12 árini hevur hann búð í Føroyum, umframt at hann eisini búði nøkur av sínum barna- og ungdómsárum í Vági, har pápi hansara, Robert Cieslewicz, spældi við VB, skrivar HB.
In.fo skrivaði eftir kappingarenda í fjør, at Lukasz Cieslewicz leitar eftir nýggjum avbjóðingum.
- Eg leiti í løtuni eftir einum nýggjum felagi. Í løtuni hevur alt áhuga. Eg havi eisini hug at royna meg sum venjara einaferð. Tað er ikki uttan orsøk, at eg havi tikið A-venjaraprógv, segði Lukasz Cieslewicz tá.
Nú er greitt, at hann verður venjari hjá Betri deildini kvinnum hjá HB komnaid tvey árini.