Uppflytararnir úr B68 hava fingið styrk til komandi kappingarár. Felagið boðar í morgun frá, at tvey ára sáttmáli er gjørdur við Lukasz Cieslewicz, sum seinasta kappingarár spældi við Víkingi.
Lukasz Cieslewicz hevur spælt í Føroyum síðani í 2011, og fyrstu átta árini spældi hann við B36, har hann eisini var við til at vinna FM og gjørdist ársins leikari. Í fjør spældi hann við Víkingi, men áðrenn kappingarárið var lokið, steðgaði samstarvið millum Lukasz Cieslewicz og Víking.