Um vikuskiftið verður 3. umfar í landskappingini í fótbólti. Ein dystur verður í dag millum B36 og NSÍ. Tað kemur illa við í B36, at felagið komandi vikurnar verður uttan Lukasz Cieslewicz. Hann meiddi seg knæið til venjing mikukvøldið, og verður ikki tøkur komandi tvær vikurnar.
Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum millum B36-NSÍ
- Hann hevur verið til kanningar, men knæið er so hovið at tað ber ikki til at staðfesta hvat er hent. Í besta føri, so er hann úti í tvær til fýra vikur, men tað kann eisini verða upp til átta vikur, áðrenn vit síggja hann á vøllinum aftur. Tað vóru tíggju sekund eftir av venjingini, tá hann og ein annar spælari renna saman. Lukasz Cieslewicz kom at standa soleiðis fyri, at hann meiðslaði sær knæið sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36, við Sosialin.
Fluttur vegna steypakappingina
Dysturin í Gundadali er fluttur til leygardagin klokkan 17. Bæði B36 og NSÍ eru í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, sum verður spælt skírisdag 13. apríl. Við at flyta dystin fáa bæði liðini ein dag eyka at fyrireika seg til fjórðingsfinalurnar, har B36 fær vitjan av Víkingi, meðan NSÍ fær vitjan av suðuroyingum.
Les eisini: FSF Varpið um 3. umfar Trýst HER
B36 er uttan Lukasz Cieslewicz, Alex Mellemgaard og U17 landsliðsspælaran Fróða Rasmussen. Eisini hevur sjúka gjørt um seg í hópinum, men venjarin væntar at allir verða tøkir til dystin. Ivamálið er Hannes Agnarsson, sum fekk eitt spark í dystinum móti B71.
- Tá vit spæla á heimavølli, so málið altíð at vinna. Tað er tað eisini hesa ferð, nú vit hava spælt tveir javnleikir. Vit vita hvat NSÍ kann og hava virðing fyri teimum, sigur Jákup á Borg.
Úr NSÍ verður sagt, at einasta ivamálið til dystin er Betuel Hansen. Hann hevur trupulleikar við fótliðnum. Runavíkingar hava bara fingið eitt stig higartil, men við sigri, so eru teir frammanfyri B36.
Veddingarfyritøkurnar hava B36 sum favoritt, men uttan Lukasz Cieslewicz manglar heimaliðið mannin, sum so mangan hevur verið munurin. Ein javnleik kann hvørki liðið brúka, men tað er eitt sannlíkt úrslit.
Effo-deildin 3. umfar:
Leygardagin:
B36-NSÍ (17.00) Beinleiðis á Rás2
Sunnudagin:
ÍF-HB (15.00) Beinleiðis á Rás2
Víkingur-Skála (15.00)
07 Vestur-KÍ (16.00) Beinleiðis á Rás2
EB/Streymur-TB/FCS/Royn (16.00)