Lukasz á bonkinum

Champions League: B36 til reiðar til hitan

B36 skal í kvøld í eldin í undankappingini til Champions League. B36 skal spæla móti maltesiska Valletta FC. Umframt mótstøðuliðið, so er hitin eisini ein avbjóðing. Somuleiðis er greitt, at Lukasz Cieslewicz byrjar á bonkinum.

 

Eyðun Klakstein, venjari hjá B36, er væl nøgdur við fyrireikingarnar. Serliga er hann glaður fyri, at B36 liðið kom til Malta longu fríggjakvøldið. Tað hevur givið liðnum tíð at venja seg við hitan.

 

- Um vit spældu fyrsta dagin vit komu niður, meðan sólin stóð hægst, so vænti eg at vit høvdu doyð, sigur Eyðun Klakstein brosandi av Malta.

 

Hitin hevur verið um 25 til 30 stig og tað er ein avbjóðing.

 

- Tað hjálpur, at vit vit hava verið her í nakrar dagar og vant okkum við hitan. Tað er eisini ein fyrimunur fyri okkum, at vit spæla klokkan 19 um kvøldið lokala tíð, sigur Eyðun Klakstein.

 

Lukasz á bonkinum

Longu nú er greitt, at Lukasz Cieslewicz ikki er nóg birgur at byrja inni. Ársins spælari í 2015 hevur verið darvaður av skaða í knænum í ár.

 

- Hann er um at verða klárur og tað er ein møguleiki, at hann kemur at spæla onkran leiklut í dystinum í kvøld, men hann byrjar ikki inni, sigur Eyðun Klakstein.

 

B36 hevur seinni í dag taktikfund, tá liðið verður endaliga sett. Dysturin móti Valletta byrjar klokkan 18 føroyska tíð. Hetta er fyrri av tveimum dystum. In.fo fylgir við gongdini á Malta.