Lukasz, sum eisini varð kosin ársins spælari í føroyskum fótbólti í 2011, hevur verið besti spælarin í Effo-deildini í ár. Heiðurin vann hann í harðari kapping við Hall Hansson úr Víkingi og Adeshina Lawal, sum hevur verið liðfelagi hjá Lukasz.
- Hetta er fantastiskt, og eg kann bara takka liðfeløgunum fyri, at teir hava gjørt tað gjørligt hjá mær at avrika somikið væl. Árið í ár hevur verið ótrúligt, og eg vil bara senda eina heilsan til liðfelagarnar og okkara fantastisku áskoðarar, ljóðaði heilsanin frá Lukasz, sum er staddur í Póllandi, nú hann hevur fingið jólafrí.