Um Adrian Cieslewicz fær uppihaldsloyvið áðrenn í annaðkvøld, verður hann á fyrsta sinni at síggja í B36-troyggjuni í dystinum ímóti ÍF, sum verður í Gundadali í annaðkvøld kl.19.00. Bróðurin, Lukasz, sum er í B36 á sínum fjórða ári, gleðir seg til at spæla saman við beiggjanum og metir, at hann verður ein góður styrkur at fáa nú Europa League skal spælast.
- Tað er púra greitt. Annars hevði felagið heldur ikki skrivað undir við hann, sigur Lukasz, sum sigur soleiðis um styrkirnar hjá Adrian:
- Hann er sera kvikur og góður ein ímóti einum.
23 ára gamli Adrian Cieslewicz spældi seinast við Wrexham FC í fimtbestu deildini í Onglandi, men Lukasz metir, at lítlibeiggin kann røkka enn longri.
- Tað eri eg púra vísur í, at hann kann. Tað krevst, at hann arbeiðir eins hart fyri tí, sum hann ger nú, sigur Lukasz at enda.