Tað var pástandurin hjá hvítarussiska leiðaranum á tíðindafundi í dag, tá landið fór á val.
Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
70 ára gamli Lukasjenko tosaði leingi á tíðindafundinum, har hann millum annað varð spurdur, hvussu tað kundi gerast eitt frítt og rættvíst val, tá allir teir stóru persónarnir í andstøðuni sita í fongsli ella eru flýddir av landinum.
- Summi valdu fongsul, summi valdu útlegd, segði hann.
- Vit hava ikki koyrt nakran av landinum.
Hann segði víðari, at eingin hevur verið forðaður í at siga sína meining í Hvítarusslandi.
/Ritzau/