Lukasjenko revsar tíðindafólk

Trygdarløgreglan í Hvítarusslandi hevur rannsakað skrivstovurnar og húsini hjá fleiri óheftum tíðindamonnum. Tað upplýsir fjølmiðlafelagsskapurin Reporters Without Borders. Sambært felagsskapinum er endamálið við húsarannsóknunum at leggja hald á tilfar, sum prógvar, at stýrið svikaði á forsetavalinum herfyri, og at myndugleikarnir fóru illa við fleiri mótmælismonnum.

Valdagin, sum var 19. desember, vórðu í minsta lagi tíggju tíðindafólk tikin og sett í varðhald, og fleiri teirra kunnu fáa langa fongsulsrevsing. Myndugleikarnir hava hótt við at skuldseta trý tíðindafólk fyri at hava skipað fyri ófriðinum, og tað kann sambært lógini geva teimum upp í 15 ára fongsul. Somu revsing kunnu fimm av forsetavalevnunum fáa.

Sambært valnevndini bleiv Lukasjenko afturvaldur til forseta við næstan 80 prosentum av atkvøðunum, men bæði andstøðan og útlendskir eygleiðarar siga, at talan var um umfatandi valsvik til frama fyri Lukasjenko.