Seinastu ellivu árini hevur Aleksander Lukasjenko sitið við valdið í Hvítarusslandi, men nú bandir ymiskt á, at dagar hansara í forsetaembætinum eru farnir at fækka.
Forsetaval verður næsta summar, men tær fyrstu veljarakanningarnar eru longu gjørdar. Tann seinasta, sum kom um vikuskiftið, vísti, at var valið nú, høvdu 48 prosent atkvøtt fyri onkrum øðrum valevni enn Lukasjenko. 38 prosent svaraðu, at tey høvdu atkvøtt fyri verandi forsetanum.
Andstøðan hevur vónir um, at tað fer at bera til at fella Lukasjenko. Andstøðan hevur fingið sær eitt felags valevni, Aleksander Milinkevitj, og eru veljarakanningarnar eftirfarandi, hevur hann møguleikar at fella Lukasjenko, sum ofta verður skýrdur tann seinasti einaræðisharrin í Evropa.
Andstøðan hevur heldur ikki tey bestu kor at virka undir. Eitt nú er formaðurin í ungdómsdeildini hjá andstøðuni tikin fimm ferðir, og tá hann sýtti fyri at arbeiða fyri ein felagsskap hjá Lukasjenko, slapp hann ikki at halda fram við útbúgving síni. Andstøðan fær heldur ikki somu møguleikar sum forsetin í valstríðnum, tí Lukasjenko hevur ræðið á útvarpi og sjónvarpi, samstundis sum hansara flokkur eigur tað størsta blaðið í landinum.
Tað eru tó ikki øll, sum vilja hava forsetan frá. Tey vísa á, at hann hevur hækkað pensjónirnar, og at tað gongur tann rætta vegin við búskapinum. Tað ásannar andstøðan, men vísir á, at Hvítarussland fær olju og gass fyri at kalla einki úr Russlandi, og at tað hevur stóran týdning fyri tann hvítarussiska búskapin.