Mánakvøldið vunnu donsku stjørnurnar úr Astralis fyri triðju ferð sokallaðu major-kappingina í teldispælinum, Counter-Strike.
Vinningurin hevði við sær 3,4 milliónir, sum teir fimm liðfelagarnir úr Astralis skulu býta millum sín.
Hálvføroyski Lukas Egholm er ein av spælarunum í Astralis, sum hevur tikið e-sportheimin á bóli seinastu trý árini.
Tað gongur væl hjá føroyingum í e-sporti í løtuni. Fyri tveimum vikum síðani vann føroyski Johan Sundstein heimsmeistaraheitið í Dota2, har vinningurin var heili 104,4 milliónir krónur.
2. november verður stórt e-sportstiltak í Royal Arena høllini í Keypmannahavn. Kappingin eitur BLAST Pro Series, og tá skulu Lukas Egholm og restin av Astralis aftur í eldin.