Danska liðið Astralis við hálvføroyska Lukas »gla1ve« Rossander hevur í kvøld vunnið heimsmeistaraheitið í telduspælinum CS:GO. Finalan var í Katovice ímóti ENCE úr Finnlandi.
Astralis lótu ongantíð nakran iva vera um, hvør fór at vinna finaluna. Teir vunnu dystin 2-0. Fyrra umfarið í Train endaði 16-11 til Astralis, meðan teir vunnu ein knúsandi 16-4 sigur í Inferno.
Hesin sigur hjá Astralis er søguligur fyri teir, tí nú javna teir metið hjá liðnum Fnatic frá 2016 við at vinna heimsmeistaraheitið 2 ferðir á rað, og sum gongdin er hjá Astralis í løtuni, er tað torført at síggja, hvør skal steðga teimum í at vinna HM fyri triðju ferð og seta seg á CS:GO trónuna sum heimsins besta CS:GO lið nakrantíð.
Vinningurin fyri meistaraheitið í kvøld gjørdist góðar 3,3 milliónir krónur, meðan ENCE sum tapari fóru heim við góðari millión.