Lukas leitar eftir spælitíð: Fleiri spennandi feløg í Føroyum

FM1: Lukas Giessing spældi ein branddyst móti Spania og leitar eftir meiri spælitíð

##med2##

Føroyska U21-landsliðið spældi ein branddyst móti Spania hóskvøldið á Tórsvølli. Gestirnir vunnu 2-0, eftir at føroyska liðið hevði skapt fleiri málmøguleikar í seinna hálvleiki. Málið til 2-0 kom ikki fyrr enn í evstu løtu. Millum spælararnar á føroyska liðnum, var Lukas Giessing, sum í dag spælir við danska AB, men fær lítið av spælitíð.

- Tað gongur ikki sum eg vil við spæitíð og eg havi eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum. So nú fáa vit at síggja, men eg avvísi einki. Tað eru fleiri spennandi feløg í Føroyum, sigur Lukas Giessing, sum í seinnu hálvu í fjør spældi við føroyska AB á Argjum.

Hann letur væl at gongdini hjá U21-landsliðnum í løtuni, og vónar at tað eisini spælir væl av á Svangaskarði móti Montenegro, sum verður týsdagin klokkan 17.

- Eg vil hava trý stig. Nú gongur tað so væl, men kanska vit kunnu liva við einum javnleiki, sigur Lukas Giessing.

U21-landsliðið vann seinast teir spældu á Svangaskarði. Tá vunnu teir 3-1 á Ísrael. Nú er vónin at endurtaka bragdið móti Montenegro.

##ms##

FM1: Samrøða við Lukas Giessing