Síðani teir vóru í Føroyum seinast, hava teir spælt fyri fullsettum húsum í USA, tikið lut á kendum prátsendingum og ikki minst eru teir í løtuni tilnevndir ikki færri enn tríggjar Grammy heiðurslønir. Neyvan hevur eitt eins háaktuelt navn vitjað í Føroyum áður, og tónleikararnir siga eisini, at teir geva eina øðrvísi uppliving hesuferð.
- Vit spæla betri. Tað gera vit avgjørt, sigur Lukas. - Tað er eitt nýtt show, vit hava sniðgivið tað til amerikanskar áhoyrarar og hava roynt tað fleiri ferðir, leggur Magnus Larsson, bassisturin, afturat.
- Ja, og so hava vit uppdagað nakrar balladur millum sangirnar, og eru farin at duga betri at velja og raka veitslu hæddarpunktini við okkara løgum. Tað er í grundini nakað, vit funnu út av í Føroyum, og síðani hava tikið við okkum. Tað var her, at fólk geylaðu til sangirnar og fóru heilt upp at koyra – tá var tað, at vit kundu fara at byggja víðari upp á hesar veitsludalarnar gjøgnum konsertina. Líka sum, holy shit, um man bara togar í áhoyrararnar, kann man fáa tey til at geva seg nógv meir. Tað gjørdu føroyingar longu av natúr, men nú hava vit lært at toga í áhoyrarafjøldirnar í Amerika eisini. Tó syngja tey bara ikki eins væl, sum føroyingar, vissar Lukas Forchhammer um.
Veðurforsagnirnar fyri kvøldið eru ikki serliga góðar, og danska veðurstovan lovar nógv regn. Lukas Graham bólkurin missur tó ikki móti av regninum.
- Tað regnaði eisini illani fyrru ferð, vit spældu, so tað kemur ikki at bila, sigur Lukas og hyggur at Magnusi við einum skálkabrosi.
- Hevur tú minst til skógvarnar hesuferð?
- Jú, hesuferð eru skógvarnir við, sigur hann flennandi.
- Seinast gloymdi eg skógvarnar eftir, og á tann hátt kann tað bara vera ein super upptúrur hesuferð, sigur Magnus, og leggur afturat.
- Ja, og so er tað bara handan kenslan av at treiskast móti veðrinum saman við fjøldini. Tá skítur man á alt annað, og skal bara hava eina góða veitslu burturúr. Tað skal nokk verða gott, sigur Magnus Larsson.
Gestablíðir føroyingar
Bólkurin Lukas Graham hevur vitjað í Føroyum áður. Uttanfyri tónleikapallin, vóru teir serliga bergtiknir av føroyska gestablídnum og matinum, greiða teir frá í samrøðu við in.fo í dag.
- Vit leigaðu studio frá Jónasi Bloch fyri ein ótrúliga rímiligan penga, og høvdu ein av bestu máltíðunum har eisini.
Forsangarin skal niður aftur tíðliga fríggjamorgun, tí hann skal náa eina brúðarvígslu. Tó hava teir fingið rúm fyri at royna okkurt av forkunnugu matarútboðinum í Føroyum áðrenn teir fara á pall.
- Vit hava endiliga fingið pláss á KOKS. Tað gleða vit okkum ótrúliga nógv til. Vit eru nevniliga serstakliga matglaðir í bólkinum, sigur Lukas.
Bassleikarin, Magnus Larsson eigur nevniliga í burgaramatstovuni »Sliders«, sum í ár vann heiðurin sum besta burgarastaðið í Keypmannahavn, meðan Lukas Forchhammer eigur í trimum Michelin matstovum, og dámar ótrúliga væl sjálvur at matgera.