Lukas Graham, ið er eitt av høvuðsnøvnunum á ársins summarfestivali, hevur í hesum døgum skriva tónleikasøgu.
Bólkurin hevur júst tikið sínar fjepparar á bóli og slept nýggjari útgávu, og ikki kann sigast annað, enn at hon er væl móttikin.
Útgávan fór beina kós á ovasta pláss á hittlistanum. Tað er sum so einki óvanligt í hesum, men samstundis er allir 12 sangirnir á útgávurni stroymaðir so ofta, at teir allir liggja á topp35-listanum. Sangurin 7 Years liggur á fyrsta plássi, meðan Strip No More liggur á øðrum plássi.
Hetta er fyrstu ferð í danskar popp-søgu, at nakað tílíkt er hent.
Fyrsta døgnið eftir útgávuna varð hon spæld ikki færri enn 703.000 ferðir á Spotify, sum eisini er nýtt danskt met. Frammanundan átti jólaútgávan More Christmas 2014 metið, ið varð spæld 444.870 ferðir.