Í kvøld klokkan 22.00 fer heimskendi Lukas Graham og bólkur hansara á pall í Klaksvík. Summarfestivalurin byrjar í dag og hóast hann sigur frá regni, so er eingin ivi um ,at Lukas Graham megnar at hála nógv fólk út í regni á Vágsbø.
Lukas Graham hevur fleiri ferðir áður vitjað í Føroyum - eisini áðrenn hann gjørdist til eitt stórt altjóða navn, sum hann er blivin í dag.
Hittini eru nógv í tali og tí kann væntast, at Vágsbøur fer at kóka í kvøld, tá ið Lukas Graham trínur á pallin. Hendan myndin er tikin júst nú á Hvonn.









