Sangurin 7 Years er tað stóra hittið hjá poppbólkinum Lukas Graham í løtuni. Og sangurin stendur seg so væl á hitlistum kring heimin, at hann hevur yvirhálað Barbie Girl hjá Aqua, sum var risahitt í 1997.
Tá í tíðini megnaði Barbie Girl at liggja tríggjar vikur á rað ovast á bretska hitlistanum, og tað hevur ongin danskur sangur megnað síðani – ikki fyrr enn nú.
Hesa vikuna er 7 Years fjórðu vikuna á rað nummar 1 í Onglandi, og tað er eitt bragd av teimum heilt stóru, tí fáir sangir avrikað hetta.
Lukas Graham hittar eisini aðrastaðni við sanginum – eitt nú í USA og Australia, har sangurin eisini er nummar 1.