Lukas Graham aftur til Føroya

Maðurin, sum fekk allan Vágsbø at kóka fyri einum mánaði síðani, verður aftur at hoyra í oktober mánaði

 

24. oktober verður Ítróttahøllin á Hálsi í Havn karmur um konsert við Lukas Graham.

 

Lukas Graham var eitt av høvuðsnøvnunum á Summar Festivalinum í ár, og fleiri høvdu tá á munni, at hetta var kanska besta konsertin nakrantíð á Vágsbøi.

 

Sjálvur var Lukas Graham bergtikin av Føroyum og føroyingum, og hann lovaði alt fyri eitt, at hann ætlaði sær aftur til Føroya í heyst. Og tað lyftið ætlar hann sær at halda, skilst.

 

24. oktober fer danski popparin nevnliga at hava útgávukonsert í Høllini á Hálsi í Havn. Talan er um fyrstu konsertina nýggju konsertferð hansara. Ein ferð, sum eitt nú telur stóru høllina í Forum, har tað longu er útselt, og har eykakonsert tí er sett á skránna.

 

Til konsertina í Føroyum verða 1.800 atgonguermki sett til sølu.