Lukas ger comeback

Heimskendi hálvføroyski CS:GO-spælarin var sjúkrameldaður í tríggjar mánaðir vegna tekin um strongd.

Ein av heimsins bestu spælarum í telduspælinum CS:GO, hálvføroyski Lukas Egholm Rossander, online betur kendur sum Gla1ve, ger nú comeback eftir at hann hevur verið sjúkrameldaður í tríggjar mánaðir.

Tað var í mai, at Lukas, sum hevur føroyska mammu, mátti lata seg sjúkramelda vegna tekin um strongd. Stutt eftir varð liðfelagi hansara á Astralis, Andreas ’Xyp9x’ Højsleth, eisini sjúkrameldaður, og síðani tá hevur danska liðið, ið annars leingi hevur verið heimsins besta, havt stórar trupulleikar.

Nú er Lukas Egholm Rossander tó aftur á danska liðnum, og í dag spælir hann við í dystinum ímóti Complexity í ESL Pro League.

- Eg gleði meg ótrúliga nógv at koma á servaran aftur. Tað er ilt at siga hvat mítt støði er ímóti toppliðum sum Complexity í løtuni, men eg havi vant nógv við liðnum í eina tíð, og eg kenni á mær, at eg eri í einari góðari rútmu, sigur Lukas Egholm Rossander við TV2.

25 ára gamli Lukas Egholm Rossander er liðskipari hjá Astralis. Sambært Liquipedia hevur hann vunnið umleið 10 milliónir krónur í CS:GO, umframt løn og annað frá serliga sigursvanda Astralis, ið hann hevur umboðað síðani oktober í 2016.