Eftir syrgiligu álopini í París óttast alt Evropa fyri nýggjum terroristálopi í øðrum stórbýi. Ein av hesum stórbýum er belgiski høvuðsstaðurin Brússel. Sunnudagin vórðu 16 menn, sum eru undir illgrunna fyri at havt ein leiklut í París-álopinum, handtiknir. Hetta hevur havt við sær, at í løtuni eru skúlar í Brússel stongdir, og eisini koyra tokini ikki eftir vanligum ferðaætlanum. Hetta orsakað av óttanum fyri einum nýggjum yvirgangsálopi.
Ein av teimum, sum ikki býr í Brússel, men eigur íbúð í býnum, er krútsterki Everton-framherjin, Romelu Lukaku. Íbúðin, sum Lukaku eigur, er í býarpartinum Molenbeek. Eftir ætlanini hjá myrka framherjanum fer hann tó ikki at eiga hetta húsið leingi afturat. Í Molenbeek búði Abdelhamid Abaaoud, ið var mettur at vera høvuðsarkitekturin handan ræðuligu álopini í París. Abaaoud varð dripin av løgregluni farna mikudag í býarpartinum Saint-Denis í París. Undir námsferð í París í mars í ár búði yvirritaði greinaskrivari í sama býarparti.
- Eg búgvi í Molenbeek í Brússel, har løgreglan ger øll møgulig átøk í løtuni. Har havi eg havt eina íbúð í seks ár, og havi eg altíð hildið tað verið eitt fínt grannalag. Eg havi tó ilt við at búgva har framhaldandi orsakað av teimum viðurskiftum, ið seta dagsskránna í løtuni. Eg hevði ikki kunnað spáað um slíkar trupulleikar í Molembeek, men nú havi eg tikið avgerð um at selja mína íbúð í økinum, sigur Lukaku í samrøðu við bretska Daily Mail. Lukaku leggur eisini afturat, at fyri hann hevur tað alt at siga, at familjan er trygg. Tað er nú ikki so løgið.
At enda legði Lukaku eisini afturat, at fleiri av øðrum belgiskum landsliðsleikarum eru ættaðir úr sama býarparti, har ein terroristur við psykopatiskum hugsunarhátti altso eisini búði.
Nei, tað er ikki til at vita, hvar hasir terroristarnir goyma seg runt um í Evropa.