Manchester United eru nú favorittar at tryggja sær Everton áleyparan Romelu Lukaku. BBC skrivar fyri løtu síðan, at Everton hevur góðtikið eitt boð á 75 milliónir pund fyri áleyparan.
24 ára gamli belgiski áleyparin var millum mest eyðsýndu áleypararnar í Premier League í fjør, har hann skoraði 25 mál fyri Everton.
Annars hevur leingi ljóðað, at Manchester United ynskti at keypa Alvaro Morata hjá Real Madrid, men sambært BBC, so verður tað til einkis, um tað eydnast at keypa Lukaku.
Um Lukaku verður samdur við Manchester United um ein sáttmála, so merkir tað, at hann næsta kappingarár fer at spæla undir leiðsluna hjá Jose Mourinho, ið var venjari hjá Chelsea, tá felagið í 2014 seldi Lukaku til Everton fyri 28 milliónir pund.