Lukaku ætlar sær pláss í Chelsea

20 ára gamli Romelu Lukaku skoraði imponerandi 17 mál í Premier League seinasta kappingarár, meðan hann var lántur út til West Brom. Nú vendir hann aftur til Chelsea, sum eigur hann, og har vónar hann at sláa ígjøgnum.

 

- Eg havi altíð sagt, at eg ynski at sláa ígjøgnum í Chelsea. Nú fari eg aftur á Stamford Bridge at royna at spæla fleiri dystir, enn eg gjørdi í West Bromwich Albions. Kann eg skora eini tvey mál tíðliga, kann tað gerast eitt gott kappingarár hjá mær, sigur Lukaku við Sky Sports.

 

Chelsea keypti belgiska landsliðsleikaran fyri 160 milliónir krónur í Anderlecht fyri tveimum árum síðani. Hann hevði trupulleikar at finna fótafesti beinanvegin, men eftir at han hevur verið leigaður út til West Brom tvey kappingarár, hevur fysiskt sterki áleyparin víst sítt stóra potentiali.

 

Chelsea hevur fingið nýggjan venjara í Jose Mourinho, men sambært Lukaku trýr Mourinho upp á áleyparan.

 

- Eg havi havt eitt gott prát við Mourinho, og eg veit, at tað er upp til mín sjálvan at tryggja mær eitt pláss á liðnum. HM er næst ár, so eg havi brúk fyri at spæla, og komi eg ikki so ofta á liðið hjá Chelsea, verður einki HM til mín, eri eg bangin fyri. Eg havi sett í meg, at eg skal hava sukkse við Chesea komandi kappingarár. Eg vil fegin prógva meg sjálvan, sigur Romelu Lukaku.

 

Í løtuni er Chelsea í samráðingum við Napoli um Edison Cavani, og felagið hevur framman undan Fernando Torres og Demba Ba í hópinum