Luitjen Akselsson Apol kosin ársins telvari

Luitjen Akselsson Apol varð kosin ársins telvari eftir steypakappingina, sum var um vikuskiftið

Hann hevur havt eitt framúr gott kappingarár. Tað bleiv dyggiliga staðfest til atkvøðugreiðsluna, sum feløgini avgreiddu undir steypakappingini. Tað var als eingin ivi um úrslitið, Luitjen fekk 88% av atkvøðunum, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi.

Hann hevur verið virkin í flest øllum kappingum í føroyskari telving. Bæði í barna- og ungdómskappingum hevur hann verið frammaliga, í liðkappingini hevur hann telvað sannførandi fyri Havnar Telvingarfelag, og til FM á páskum vann hann sannførandi 1. bólk.

Harumframt vann Luitjen silvur í norðurlandakappingini, sum varð hildin í Íslandi í februar. Og sum yngsta umboð nakrantíð, var Luitjen við á landsliðnum, sum luttók í EM fyri smátjóðir (San Marino). 

Á ratinglistanum hevur Luitjen eisini gjørt skarðslop, og er nú nummar  25 í Føroyum.

##med2##

Ársins stjørnuskot
Benjamin Reinert Fjallheim varð kosin ársins stjørnuskot, og hóast ungan aldur, so hevur hann verið virkin í fleiri ár. Tað er sannuliga eisini uppiborið, at hann fekk heiðurin í ár.
Við greiðum meiriluta valdu feløgini Benjamin, sum fekk 64% av atkvøðunum.

Benjamin hevur verið virkin í øllum heimligum kappingum. Telvaði eitt sera gott NM, hóast sterka mótstøðu. Varð føroyameistari í unglingum á páskum, og hevur eisini telvað fleiri kappingar uttanlanda. Serliga saman við Leif og Elmar; beiggja og pápa.