Í kvøld eru tvær tær seinastu seinnu 1/8 finalurnar í Champions League spældar. FC Barcelona vann sum væntað á Arsenal, meðan Bayern Munchen eftir umdyst vann samanlagt á Juventus.
Suarez í hopla
Barcelona vann fyrra dystin móti Arsenal 2-0. Tí var heimaliðið hesa ferð stórfavorittur at koma víðari. Tað var sum vanligt hjá Arsenal. Okkurt hissini sprell, men sum heild langt frá at hótta bóltsnillingarnar hjá Barcelona.
Fyrst legði Neymar Barcelona á odda, tá hann bleiv spældur leysur av Luis Suarez. Síðani javnaði Mohamed Elneny á degnum, eftir at Arsenal hevði havt einar fýra til fimm góðar álopsroyndir.
Eitt korter seinni, tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik, sløki Luis Suarez allar vónir hjá Arsenal, tá hann hálvliggjandi í luftini sendi bóltin í málhornið til 2-1. Lionel Messi økti til 3-1 stutt fyri tíð. FC Barcelona vinnur samanlagt 5-1.
Bayern í umdysti
Í dystinum millum Bayern Munchen og Juventus varð neyðugt við umdysti, áðrenn Bayern Munchen vann seg víðari. Fyrr dysturin endaði við javnleiki 2-2, eftir at Bayern Munchen var á odda 2-0.
Hesa ferð var tað umvent. Juventus var á odda 2-0, men í evstu løtu javnaði Thomas Muller fyri Bayern Munchen, sum vann umdystin 2-0.
Bayern München og Barcelona eru saman við Manchester City, Wolfsburg, Real Madrid, Atletico Madrid, PSG og Benfica víðari.
Champions League 1/8 finalur:
Barcelona (2) – (0) Arsenal 2-1(1-0)
1-0 Neymar, 18
1-1 Mohamed Elneny, 51
2-1 Luis Suarez, 65
3-1 Lionel Messi, 88
Barcelona vinnur samanlagt 5-1
Bayern Munchen (2) – (2) Juventus 4-2(0-2)
0-1 Paul Pogba, 5
0-2 Juan Cuadrado, 28
1-2 Robert Lewandowski, 73
2-2 Thomas Muller, 90
3-2 Thiago, 108
4-2 Kingsley Coman, 110










