Spanskir miðlar hava seinastu dagarnar skrivað, at umstríddi framherjin hjá Liverpool hevur gjørt eina avtalu við Real Madrid. Tað avsannar Luis Suarez, men avsannar ikki, at hann er á veg úr Liverpool.
- Eg havi ikki tikið eina avgerð um framtíðina, eru boðini frá Luis Suarez umvegis ítróttartíðindamannin, Guillem Balague.
Tað byrjaði alt við, at Luis Suarez er siteraður fyri at hava sagt við eina útvarpsstøð í Uruguay, at hann er troyttur av lívinum í Onglandi. At málið ger tað torført hjá honum og familjuni at trívast, umframt at hann ikki er sinnaður at lata ensku fjølmiðlarnar fáa takið á honum við negativari skriving.
Síðani skrivaði spanska blaðið Marca, sum sigst hava góðar keldir í Real Madrid, at høvðusstaðarfelagið longu hevði gjørt eina fýra ára avtalu við Luis Suarez og at felagið er sinnað at gjalda tær næstan 400 milliónir krónurnar, sum Luis Suarez kostar.
Tað er hetta, sum umstríddi framherjin nú avsannar. Hann viðurkennur tó, at hann umhugsar støðuna í Liverpool við at siga, at hann ikki hevur tikið eina avgerð um framtíðina.
Luis Suarez hevur síðani hann kom til Liverpool í januar 2011 verið ein umsríddur maður. Hann hevur fingið tvey long leikbann, eitt fyri rasistiskan málburð og eitt fyri at bíta ein annan spælara, umframt tað, so er hann eisini illa lýddur fyri sín atburð og at tveita seg ov nógv.
Hin síðan av søguni er, at hann er ein framúr fótbóltsspælari, sum bleiv næst ovastur á toppskjúttaralistanum í Premier League farna kappingarár. Helst er ikki seinasta orðið skrivað um umstrídda mannin úr Uruguay hetta summarið.










