Tað hevur verið ruðuleiki í FC Barcelona, síðani at liði tapti 8-2 móti Bayern Munchen í fjórðingsfinaluni í Champions League. Quique Setien er koyrdur og Ronald Koeman er nýggjur venjari. Eisini er ítróttarstjórin skiftur út.
Í samrøðu við sjónvarpsrásina hjá FC Barcelona hevur útskeldaði forsetin, Josep Bartomeu, sagt at allir spælararnir uttan átta eru til sølu. Teir átta eru Lionel Messi, Frenkie De Jong, Clement Lenglet, Antoine Griezmann, Nelson Semedo, Marc der Stegen og Osumané Dembélé. Hartil er ein ungur spælari sum Ansu Fati heldur ikki til sølu.
Hetta merkir so, at spælarar sum Luis Suarez, Gerard Pique, Jordi Alba og Sergio Busquets eru til sølu. Hetta eru spælarar, sum hava vunnið nógv fyri felagið. Serliga Sergio Busquets og Gerard Pique eru ein ímynd av FC Barcelona, meðan Luis Suarez upp á seks ár er blivin nummar trý á søguliga toppskjúttaralistanum.
- Tey siga at forsetin hevur nevnt nakrar spælarar, sum skulu seljast, men ongin hevur sagt nakað við meg. Um tað er ynski hjá felagnum, so hevði tað verið gott um persónurin við ábyrgdini segði tað beinleiðis við meg, sigur 33 ára gaml Luis Suarez við El Pais, og leggur afturat:
- Eg havi verið í Barca í seks ár, og tað er nokk av tíð hjá teimum til at siga hvat teir halda. Tað er betri at fortelja mær, um eg eri ein av teimum, sum leiðslan við av við, sigur Luis Suarez.
##med2##
Áleyparin sigur eisini, at hann er til reiðar at tosa við onnur feløg, men vísur eisin á, at hann fyrr hevur verið ein spælari, sum hevur sitið á bonkinum, og tað er hann eisini til reiðar til í FC Barcelona.
Tað hava eisini verið nógvar søgur um, at Lionel Messi er á veg vekk, men enn er ilt at ímynda sær hvar hann skal skifta til. Tað eru niðurgangstíðir og framtíðarinntøkurnar hjá feløgunum eru óvissar.
##med3##
Ronald Koeman hevur boðað frá, at hann ynskir at hava Lionel Messi í hópinum. Enn hevur einki verið at hoyrt til frágongd ella tilgongd hjá katalanska stórfelagnum, sum er í kreppu. Spanska landskappingin byrjar um miðjan septembur.