Nú er ferð komið á spælaraskiftini hjá FC Barcelona, har leiðslan hevur lovað stóran ruddingardag. Í gjár fór Arturo Vidal til Inter Milan og í dag skriva spanskir miðlar, at Luis Suarez kann skifta ókeypis til Atletico Madrid.
Tað hevur vakt ans, at FC Barcelona tapti 8-2 móti Bayern Munchen í Champions League, og at leiðslan í felagnum síðani hevur koyrt venjaran og sett meginpartin av liðnum til sølu. Tað hevur gingið illa at fáa selt burturav, men nú eru tveir løntungir spælarar farnir víðari.
Stríðsmaðurin úr Kili, Arturo Vidal, er farin til Inter Milan, meðan Luis Suarez er á veg til Atletico Madrid. Avbjóðingin hjá FC Barcelona við Luis Suarez er, at ongin kann geva honum somu løn, ið hann fær frá katalanska felagnum. Nú eru partarnir komnir ásamt um, at Luis Suarez fær eitt part av ætlaði lønini fyri hetta kappingarárið útgoldið. Samstundis kann hann skifta til eitt nýtt felag ókeypis.
Lionel Messi boðaði eisini frá, at hann ynskir úr felagnum, men her stendur útskeldaði forsetin ímóti. Tað verður eisini sagt úr Spania, at felagið fær ikki keypt fyrr enn tað verður selt. La Liga byrjaði um vikuskiftið, men FC Barcelona skal ikki á vøllin fyrr enn komandi vikuskifti.