Luis Suarez leikbannaður í átta dystir

Liverpool framherjin er funnin sekur av enska fótbóltssambandinum fyri brúk av rasistiskum málburði mótvegis Manchester United leikaranum, Patrice Evra. Hann skal nú sita uttanfyri í átta dystir og gjalda eina bót á 350.000 krónur.

 

Støðan tók seg upp í dystinum millum Liverpool og Manchester United 15. oktober í ár á Anfield. Eftir dystin segði Patrice Evra, at Luis Suarez hevði sagt “negro” ella “negrito” við hann minst tíggju ferðir.

 

Luis Suarez, sum er úr Uruguay, váttar at hann hevur sagt annað av hasum orðunum eina ferð í dystinum, men vísti til, at hetta er vanligur málburður í Uruguay. Nakað sum fyrrverandi Chelsea og Tottenham miðvallarin og landsmaðurin hjá Luis Suarez, Gus Poyet váttaði fyri ensku útvarpsstøðini TalkSport.

 

Nevndin, ið tók støðu í málinum var mannað við Paul Goulding(Sakførari), Brian Jones(Formaður í fótbóltssambandinum í Sheffield og Hallamshire) og Denis Smith(Fyrrverandi Stoke leikari).

 

Luis Suarez og Liverpool hava nú fjúrtan dagar at kæra dómin.