Luis Suarez í rullustóli

Umstríddi Liverpool framherjin hevur verið undir skurð og í Uruguay halda tey ondini

Luis Suarez stríðist í løtuni fyri at blíva klárur til HM endaspælið, sum verður í Brasil í summar. Framherjin var fyrr í vikuni lagdur undir skurð í Uruguay, orsaka av einum skaða í knænum.

 

Fjølmiðlarnir hava víst landsliðsframherjanum hjá Uruguay stóran ans, nú hann hevur verið undur skurð. Myndirnar av Luis Suarez í rullustóli fóru kring allan heimin. Fyrstu metingarnar søgdu, at Luis Suarez møguliga ikki fór at blíva klárur til HM.

 

Nú siga metingarnar, at Luis Suarez ikki verður tøkir til fyrsta dystin hjá Uruguay í endaspælinum móti Costa Rica 14. juni. Heldur verður mett, at hann verður tøkur til dystin móti Onglandi, sum verður fimm dagar seinni í Sao Paolo.

 

HM endaspælið byrjar 12. juni og finalan verður 13. juli.