Luis Suarez byrjar HM á bonkinum

Venjarin hjá Uruguay hevur ikki Luis Suarez millum teir fyrstu ellivu leikararnir til fyrsta dystin hjá Uruguay, ið verður í kvøld móti Costa Rica.

Í kvøld klokkan 20:00 spælir Uruguay móti Costa Rica. Hetta er samstundis eisini fyrsti dystur í bólki D, ið annars eisini umfatar Ongland og Italia.

 

Og longu nú er greitt at størsta stjørnan hjá Uruguay, Luis Suarez, byrjar dystin í kvøld á bonkinum. Tað staðfesti venjarin Oscar Tabaréz á tíðindafundi í gjár.

 

Orsøkin til at Luis Suarez byrjar á bonkinum, er at Luis Suarez varð skurðviðgjørdur í knænum tann 22 mai. Sjálvt um tað gongur framá við knæskaðanum, segði Oscar Tabaréz á tíðindafundinum.

 

-      Vit ynskja ikki at trýsta Luis Suarez til at gerast klárur. Vit hava fyrireika okkum til dystin móti Costa Rica uttan Suarez. Samstundis gleða vit okkum eisini, til at Luis Suarez aftur verður tøkur á liðnum.

 

Oscar Tabaréz upplýsti eisini á tíðindafundinum at Edinson Cavani og Diego Forlan byrja í álopinum hjá Uruguay til dystin móti Costa Rica.