Á sínum Twitter profili skrivar Luis Suarez í kvøld.
- Eftir nakrar dagar saman við familjuni, har eg havi fingið samlað tankarnar eftir tilburðin í dystinum móti Italia í seinastu viku, eri eg komin til hesa niðurstøðu.
- Eg vil biðja um umbering, fyri tað, ið eg gjørdi. Eg vil biðja Giorgio Chiellini og restina av fótbóltsheiminum um umbering. Somuleiðis lovi eg, at ein líknandi støða ongantíð kemur at henda aftur.
21 apríl 2013 kom Luis Suarez við einum líknandi skrivi. Tá bað Luis Suarez um umbering fyri at bíta Chelsea leikaran, Branislav Ivanovic.