Týskvøldið vildu bretskir miðlar vera við, at umstríddi Luis Suarez beit Martin Demichelis, tá Barcelona vann 2-1 á Manchester City í Champions League. Nú hevur Luis Suarez svarað aftur, og prógvini eru greið.
Les eisini: Beit Luis Suarez?
Í fyrsta sjónbandabrotinum er tað ikki óhugsandi, at Luis Suarez kundi havt bitið Martin Demichelis. Síðani eru nýggjar upptøkur komnar fram, og tær talan sína greiðu søk. Luis Suarez beit ikki.
Luis Suarez, sum hevur fingið drúgv leikbann og bøtur fyri at bíta fyrst Otman Bakkal, síðani Branislav Ivanovic, og aftur síðani Giorgio Chiellini, er ikki sørt argur um ákærurnar í bretskum miðlunum.
- Martin Demichelis renur hondina upp í andlitið á mær. eg skilji ikki hví bretsku fjølmiðlarnir skulu gera so nógv burtur úr ongum Teir hava helst ikki gloymt avrikini hjá mær móti Onglandi í HM, sigur ein argur Luis Suarez við útvarpsstøð í Uruguay.
Luis Suarez skoraði bæði málini hjá Barcelona í 2-1 sigrinum á Manchester City.










