Luis Suarez aftur í trupulleikum

Enska Fótbóltssambandið hevur skuldsett Liverpool framherjan fyri vánaligan atburð í dystium mánakvøldið móti Fulham. Luis Suarez skal hava víst Fulham viðhaldsfólkunum longsta fingurin.

 

Liverpool tapti mánakvøldið 1-0 móti Fulham í London. Tað gekk ikki sum ætla hjá Luis Suarez og hansara monnum og nú er lík til, at Kenny Dalglish og hansara menn skulu klára seg uttan framherjan úr Uruguay í nakrar av komandi dystunum.

 

Sambært The Guardian, so hevur Luis Suarez fingið eina freist til mánadagin at koma við sínu síðu av søguni. Sostatt verður Luis Suarez tøkur til heimadystin móti QPR leygardagin.

 

Hetta er aðru ferð í ár, at Luis Suarez er komin í trupulleikar við enska Fótbóltssambandið. Í 1-1 javnleikinum móti Manchester United førdi Patrice Evra fram, at Luis Suarez skal hava brúkt rasistiskan málburð móti honum. Tann sakin koyrur enn.

 

Liverpool er eisini skuldsett fyri ikki at hava tamarhald á sínum leikarum, tá Liverpool miðverjin, Jay Spearing, varð útvístur. Revsingin í hesum førinum verður helst ein bót og ein ávaring.