Í kvøld verða seinnu átta dystirnir í fjórða umfari í bólkaspælinum í Champions League. Manchester City er trýst at vinna á CSKA Moskva um teir skulu hava góð kort á hondini til koma víðari.
Les eisini: Kreppa lúrir í Barcelona
Í bólki F er støðan ikki so galin á stigatalvuni hjá Barcelona, men órógv inni í felagnum og hópinum ger, at Luis Enrique er ein kroystur maður undan dystinum í kvøld á Amsterdam Arena, har Liverpool á sinni keypti Luis Suarez frá. Hann spælir í kvøld sín fyrsta Champions League dyst fyri Barcelona, sum hevur tapt tveir teir seinastu dystirnar í La Liga.
Les eisini: Samanumtøka av dystunum í bólki A, B, C og D frá í gjár
Her er ein upptakt til fjórða umfar í Champions League bólkaspælinum.
Bólkur E:
Tað hevur framvegis ikki eydnast Manchester City at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í Champions League. Nógv bendir á, at tað verður ein alt ella einki dystur í Roma 10. desember millum AS Roma og Manchester City. Skal Manchester City halda fram við at leggja trýst á Roma, so verður neyðugt við sigri í dag móti CSKA Moskova.
Dystrin í farna umfari varð spældur fyri tómum leikvølli, tí CSKA Moskva hevur fingið bann fyri rasistiskan atburð á leikvøllinum móti júst Manchester City farna kappingarár. Forholdið millum feløgini er í løtuni ísakalt, sambært bretskum miðlum.
AS Roma skal reisa seg eftir 7-1 tapið á heimavølli fyri Bayern Munchen í farna umfari. Hóast AS Roma tapir í kvøld, so hava teir møguleikan at halda tvey stigs leiðsluna niður til Manchester City undan seinasta dystinum við at vinna á CSKA Moskva í fimta umfari.
Dystir:
Manchester City – CSKA Moskva (19:45)
Bayern Munchen – AS Roma (19:45)
Støðan:
1. Bayern Munchen 9
2. AS Roma 4
3. Manchester City 2
4. CSKA Moskva 1
Bólkur F:
Við sigrum í kvøld kunnu bæði Paris Saint-Germain og Barcelona vinna seg víðari til endaspælið. PSG er stórfavorittur at vinna á APOEL úr Kýpros, meðan er meiri spenningur um Luis Suarez megnar at vinna á gomlu liðfeløgunum úr Ajax.
Órógv er í Barcelona í løtuni. Liðið spælir ikki við fullari megið og tapti farna vikuskiftið 1-0 fyri Celta Vigo í La Liga. Spurningurin er so um tað ávirkar spælið hjá teimum til dystin í kvøld. Vinnur Ajax dystin, so er framvegis einki avgjørt í bólki F.
Dystir:
Ajax – Barcelona (19:45)
PSG – APOEL (19:45)
Støðan:
1. PSG 7
2. Barcelona 6
3. Ajax 2
4. AOPEL 1
Bólkur: G
Chelsea hevur beina kós móti endaspælinum. Vinnur Chelsea í kvøld á NK Maribor úr Slovenia, eru teir víðari. Hetta er ikki óhugsandi um hugt verður eftir úrslitinum seinasta umfar. Tá vann Chelsea 6-0.
Meðan Chelsea kann tryggja sær víðari luttøku, so kann Sporting Lisbon spreingja bólkin opnan um teir vinna á Schalke. Seinast liðini spældu endaði tað 4-3 til Schalke, men nú er dysturin í Lisbon í Portugal.
Dystir:
Maribor - Chelsea (19:45)
Sporting - Schalke (19:45)
Støðan:
1. Chelsea 7
2. Schalke 5
3. Maribor 2
4. Sporting 1
Bólkur H:
So er tað seinasta útkall fyri Athletic Bilbao, sum liggur niðast í bólkinum við einum stigi. Teir fáa vitjan av oddaliðnum, sum vann umvendu uppgerðina 2-1. Tað tykist fyri vist, at Shakhtar Donetsk vinnur á BATE Borisov, eftir at teir vunnu 7-1 í Hvítarusslandi seinast.
Tí er tað av stórum týdningi, fyri ikki at siga avgerandi, fyri møguleikarnar hjá Athletic Bilbao, at baskarnir vinna í kvøld.
Dystir:
Athletic Bilbao – FC Porto (19:45)
Shakhtar Donetsk – BATE Borisov (19:45)
Støðan:
1. FC Porto 7
2. Shakhtar Donetsk 5
3. BATE Borisov 3
4. Athletic Bilbao 1