Luid í Leikalund

Fríggjadagin letur framsýning upp í Leikalund, har Ian Luid fer at sýna fram málningar Í mai mánaða fer Ian Luid at hava framsýning í Leikalund. Ian, sum er 33 ára ganal, er ættaður úr Fuglafirði, men býr í løtuni í Havn. Hann hevur sum so málað tað hann minnist, og er ein sjálvlærdur listarmaður. Seinastu 4-5 árini hevur hann tó valt av álvara at kasta yvir málningalistina, tó at hann eisini hevur arbeiði við síðuna av.

Tað mesta, sum Ian í sínum málningum hevur lýst, eru náttúrulýsingar og landslagsmyndir. Fyrr hevur hann nýtt akvarell, men nú eru talan um akrylmálningar. Talan er um áleið 18 málningar.

Ian hevur áður haft framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík, í Riberhus í Fuglafirði, hevur verið við í framsýningum hjá Lions, eins og hann hevur haft framsýningar í útlandinum.

Framsýningin í Leikalund letur upp fríggjadagin klokkan 16, har øll eru vælkomin. Tá verður høvi at hitta listamannin, eins og boðið verður til ein kaffimunn. Í hesum sambandi verður handilin opin til klokkan 19. Myndirnar verða hangandi allan mai mánaða og eru at síggja í vanligari upplatingartíð.