Lugu fyri løgregluni

Trý ung vinfólk fingu 10 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri at lúgva um, hvør teirra koyrdi bilin, tá løgreglan steðgaði teimum.

 

 

Trý ung vinfólk vórðu í gjár dømd at sita 10 dagar í fongsul fyri at hava logið fyri løgregluni. Revsingin er tó treytað, sum merkir, at um tey einki revsivert gera komandi árið, sleppa tey undan at fullføra hana.

 

Tað var 11. januar í fjør, at løgreglan steðgaði einum bili í Eysturoynni. Løgreglumaðurin greiddi í rættinum frá, at hann hevði illgruna um, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka og valdi tí at steðga bilinum.

 

Tá bilurin er steðgaður sær hann, at onkur flytir seg av førarasetrinum og yvir í hina síðuna, samstundis sum at ein ungur maður, 25 ára gamal, kemur úr bilinum høgrumegin.

 

Løgreglumaðurin spyr beinanvegin hvør koyrdi bilin og ungi maðurin segði, at tað var hann, sum hevði koyrt.

 

Tá løgreglumaðurin fer víðari og avhoyrir hini bæði, sum sita í bilinum, ein 22 ára gomul kvinna aftanfyri og ein 21 ára gamal maður frammanfyri høgrumegin, siga tey tað sama, at tað var tann 25 ára gamli, sum hevði koyrt bilin.

 

Løgreglumaðurin bað øll trý blása í ballónina fyri at kanna, um nakar var førur fyri at koyra bilin heim, men tey høvdu øll drukkið.

 

Løgreglumaðurin koyrdi tí tey bæði yngru til hús, meðan hann fór til Klaksvíkar við 25 ára gamla manninum, sum segði seg hava koyrt bilin. Tað var ikki fyrr enn á veg til Klaksvíkar, at maðurin byrjaði at nokta fyri, at hann hevði koyrt, men kortini vildi hann ikki fortelja, hvør so hevði koyrt bilin.

 

Tríggjar mánaðir seinni, tá hini bæði í bilinum verða avhoyrd í samband við skuldsetingarnar um rúsdrekkakoyring móti vinmanninum, játta bæði, at tað var ikki hin 25 ára gamli, ið hevði koyrt bilin. Tað var hin 21 ára gamli, sum hevði flutt seg úr førarasetrinum yvir í setrið høgrumegin.

 

Orsøkin til, at tey høvdu logið fyri løgreglumanninum var, at hin 25 ára gamli hevði eina útistandandi rættarsak, har hann væntandi fór at missa koyrikortið fyri at hava koyrt ov skjótt. Heldur enn at hin 21 ára gamli skuldi missa koyrikortið fyri rúsdrekkakoyring, hildu tey tað vera betri, at tann 25 ára gamli átók skuldina, av tí at hann fór at missa kortið kortini.

 

Endin var, at tann 21 ára gamli varð ákærdur fyri rúsdrekkakoyring, og at øll trý vóru ákærd fyri at lúgva fyri løgregluni.

 

Tey fingu øll ein treytaðan fongsulsdóm í 10 dagar, meðan hin 21 ára gamli, sum blásti til 1,2 í promillu, fekk eina bót á 4.000 krónur og misti koyrikortið í eitt ár. Orsøkin til, at revsingin ikki var harðari, var, at løgreglan ikki hevði tikið blóðroynd av manninum. Tí kundi ikki staðfestast at promillan var 1,2. Kortini metti dómarin tað vera sannlíkt, at hon var yvir 0,5 og ásetti revsingina eftir tí.