Lugovoj: -Eg myrdi ikki Litvinenko

Fyrrverandi KGB-maðurin Andrej Lugovoj sigur seg vera til reiðar at fara til London at sannføra bretar um, at tað var ikki hann, sum myrdi Alexander Litvinenko

Andrej Lugovoj er lagdur undir at hava beint fyri fyrrverandi KGB-manninum Alexander Litvinenko í London á heysti í 2006, men hann heldur uppá, at hann er ósekur, og at talan er um eina samansvørjing.

Alexander Litvinenko doyði á einum sjúkrahúsi í London fyri tveimum árum síðani, eftir at hann hevði fingið tað geislavirkna evnið polonium niður í seg. Bretska ákæruvaldið sigur, at tað var tann 42 ára gamli Lugovoj, sum eitraði Litvinenko. Bretar hava kravt at fáa hann útflýggjaðan, men Russland sigur nei. Nú sigur Lugovoj, at hann ætlar sær sjálvboðin til Bretlands at prógva, at hann er ósekur.

-Eg eri til reiðar at fara til Bretlands at krevja, at ákæruvaldið fer at kanna málið, skal Lugovoj hava sagt við russiska útvarpið Ekho Moskvi.

Bretska blaðið The Times hevur hitt Andrej Lugovoj í Moskva. Hann heldur uppá, at hann er ósekur, og at tað var tann bretska fregnartænastan MI6, sum valdi hann til syndabukk.

Umframt Lugovoj hevur bretska fregnartænastan illgruna til vinmann hansara, Dmitrij Kovtun. Kanningar hjá bretsku myndugleikunum hava avdúkað, at Kovtun var í London um tað mundið, tá Litvinenko bleiv eitraður, og kanningarnar avdúkaðu eisini, at hann hevði fingist við pollonium. Dmitrij Kovtun sigur við The Times, at hann er eisini til reiðar at fara til Bretlands.