Søguliga hugsað, so eru árini ikki so mong síðani, at sluppirnar fyltu nærum hvønn fjørð í Føroyum. Tær áttu lívið í føroyinginum í eini hundrað ár. Men ótakk er verðsins løn, verður tikið til, og í dag eru sluppirnar ikki nógvar eftir í Føroyum. Og ivasamt tykist ofta vera, um tær, ið eftir eru, eiga nakran góðan. Tó so, av og á taka menn tøk.
Teir menn, ið farnir eru um seksti ella sjeyti, minnast slupptíðina væl, og tíðina, tá vaðbeinið átti heiðurin av, at fiskur kom til lands. Ikki er hetta longri síðani enn so.
Men tíðin fer við øllum og menniskjan gloymir skjótt. Trolarar, ið liggja í hundraðmillióna flokkinum, hava trokað alt hetta gamla og fátæksliga burtur í gloymskuna. Men til ber at blaða í gloymskunnar bók.
Lugar í kjallaranum
Í Vági er eitt lugar. Og hóast hetta í veruleikanum ikki er eitt veruligt lugar, men eftirgerð, so er tað at koma innar í hetta lugar, sum at sita umborð á slupp ella at verða settur fleiri ár aftur í tíð.
Tað sermerkta við hesum lugarinum er, at tað er uppi á turrum. Og ikki umborð á skipið.
Ein vágbingur, ið er fittur í hondunum, hevur smíðað sær eitt lugar í einum kjallararúmi, og so væl er frágingið, at innomin fáa tey, ið leggja minst í at vera á sjónum, óivað ein feril av sjóverki. Hetta er sum at koma umborð og setast í lugarið.
Hann, ið hevur roynt at sitið í lugari á slupp, kennir seg aftur. Og hugurin reikar. Her hava menn búleikast longu túrarnar til skips við fremmandar strendur. Væl er frágingið og tað er, sum hoyrist aldututlið hinumegin veggin.
Savn
Hartvig Poulsen hevur smíðað sær eitt lugar í einum kjallararúmi, ið annars stóð til onga nyttu. Hóast farin um tey sjeyti, er hann spelkin og virkin og aldur merkist ikki á honum. Tá hann fyri eini 11 ella 12 árum síðani gjørdist sjúkur, og nakrar vikur tí gekk fyri einki, fór hann í gongd við lugarið.
Fyrst kom bonkur, síðani koyggjur. At byrja við hevði hann hugsað at gera ein kassa, ið skuldu hongjast upp, so ein rættuliga fekk kensluna av sjólívinum, men hetta varð tó av ongum. Men í dag stendur eitt rættuligt lugar í kjallaranum.
Sjálvsagt er mong góð løtan at minnast aftur á í lugarinum í kjallaranum. Har hevur mangur maður sitið væl, og mong jóansøkan hevur átt sínar bestu løtur í lugarinum í kjallaranum. Menn hava minst aftur á og mangan er fongurin, ið greitt hevur verið frá og reypað verið um, bert vaksin, sum tíð er fráliðin.
Jú, lugarið í kjallaranum ber boð um gott hondverk, um innlit, men lugarið ber eisini boð um farnar tíðir.
Og umframt at vera ein varði í sær sjálvum, so er øll útgerðin, ið inni er, eisini ein ferð ígjøgnum søguna hjá føroyskum fiskimonnum. Sum at koma á eitt forngripasavn.
Har er sjálvsagt vaðbeinið, sum átti lív í føroyinginum í eina øld, ella meira. Løgið at hugsa sær í dag, tá ein hyggur at hesum lítla trælutinum. Sum vanligt er, so eru bókstavir ristir í. Hvør maður hevði sítt vaðbein við, eins og so mangan annan reiðskap, t.d. knív.
Har er logg og flundra. Stórt framstig, tá henda útgerð kom, tó hon í dag tykist einføld. Lodd, seglhandski og bøkingarjarn, krúthorn og tilhoyrandi útgerð og mangt annað, ið hoyrdi gerndisdegnum til, men sum í dag er ókent millum manna.
Hann er ikki maður, ið ger burturúr sær sjálvum, men tað er ikki smávegis, Hartvig veit at greiða frá, meðan hann tekur ymsa reiðskapin upp. Sjálvur fór hann fyrstu ferð til skips í 1947 og hann hevur roynt slupptíðina. Onkran túr hevur hann verið við sluppini Johonnu, sum enn er til, um enn hetta bert var til útróður.
Serstaka deksglasið
Fyrst ein kemur inn, leggur ein til merkis kúgveygað í hurðini. Aftanfyri hurðina er ymisk umstýriútgerð til motor. Hetta er av fyrsta útróðrarbátinum, ið Hartvig hevði. Nógv tól eru eisini, ið hann hevur fingið av ymsum bátum.
Men fyri at vera við tað gamla, sluppirnar, so er so neyvt farið til verka í lugarinum, at eisini deksglas er í loftinum.
Og deksglasið ger Hartvig fegin vart við. Deksglasið er tað, ið gevur ljós frá dekkinum og niður í lugarið. Sterkt glas, sjálvsagt. Sildatunnur kundu væl rullast eftir, uttan at tað gjørdi mun. Tó er deksglasið í lugarinum í kjallaranum serstakt, tí tað hevur serstakan form, er ikki avlangt, sum vanligt var. Hetta er deksglasið av St. Jacques. Sera vakurt og nú í góðari varðveitslu, og nýtslu, í lugarinum.
Túrurin er komin at enda og prátið endar við práti um ymiskt. Leyst og fast. Skiparin greiður frá ymsum, ið honum hevur verið fyri og sum hevur samband við tað, ið inni er. Fittur í hondunum er hann og m.a. sæst prógv um, at eisini tað at evna til borðbátar hoyrur til ítrivini hjá hesum hegnismanni.
Og millum mongu svørtu og hvítu myndirnar á vegginum av gomlum fiskiførum, hanga eisini smáir málningar, ið hann hevur málað.
Jú hegnismaður er og í hesum kjallararúminum, sum nú er lugar, hevur farin tíð aftur fingið lív. Jú, sanniliga ber til at sita væl í lugarinum, um enn tað er á turrum. Og ein kennir seg næstan sum sjógarp, nú túrurin er at enda og ein útafturkomin í gongina aftur kennir fast undir fótum.










