Luftin úr ballónini

Málskjúttin frá Moldova-dystinum leygardagin, Kristoffur Jakobsen, kom í gjár ongantíð so langt fram á vøllin, at hann kundi koma til nakran kjans, tí lettarnir fyri tað nógva løgdu trýst á føroyska miðvøllin.

Tí var heldur einki at siga til, at Kristoffur ikki var serliga nøgdur, tá dysturin í Gundadali var av.

– Eg eri fyri tað fyrsta heilt ótrúliga vónbrotin av okkara egna avriki, og við einum máli í fyrsta minutti og aftur einum mitt í hálvleikinum, fer luftin líkasum úr ballónini, segði hann.

– Og hóast vit minka um munin, svara teir beinanvegin aftur, og so fáa vit ikki aftur fatur í rætta endanum.

Kristoffur Jakobsen ásannaði, at lettiska liðið spældi betur enn Moldova, og serliga var hann hugtikin av teirra bóltteknikki – og ikki minst trífalda málskjúttanum hjá gestunum, Edgars Gaura?s. – Serliga var hasin 10-arin hjá teimum ótrúliga góður.

Men hóast bakkastið í gjár, hevur okkara 10-ari ikki mist mótið um at fáa góð úrslit, nú nakrir útidystir standa fyri framman.

– Næstu dystirnir verða á útivølli ímóti Russlandi og Rumenia, so tað krevur sjálvandi ein stóran arbeiðsinnsats, men vit fara at gera okkara besta, segði Kristoffur Jakobsen.