Luftin í Noregi luktar av svávuli

Luftin í Bergen luktar í dag av svávuli, og tað hevur uttan iva samband við gosið undir Eyjafjallajøkli. Veðurfrøðingurin Steinar Skare dugir kortini ikki at siga, at fólk í Bergen og aðrastaðni í Noregi eisini kunnu vænta øsku niður úr luftini. Tað sigur hann vi9ð Bergensavisen.

Bergen er ikki tað einasta staðið í Noregi, har luftin luktar av svávuli.

Steinar Skare sigur, at fólk nógvastaðni hava rint til veðurtænastuna í dag og sagt, at luftin luktar av svávuli.

-Tað luktar sum roykurin frá fýrverki, sigur hann.