Luftin í danska høvuðsstaðnum er so illa dálkað, at tað er meiri av lívshættisligum partiklum í henni enn í luftini í stórbýum sum Barcelona, Rom og Los Angeles.
Tað stendur at lesa í einari frágreiðing hjá OECD, sum hevur samanborið dálkingina frá eitt nú dieselbilum og brenniovnum í 73 stórum býum kring heimin. Tølini, sum OECD hevur brúkt, eru frá 2008, og eftir teimum liggur Keypmannahavn miðskeiðis á dálkingarlistanum.
Kåre Press Kristensen í Økologiska Ráðnum sigur við DR, at tað var óvæntað, at Keypmannahavn liggur oman fyri býir sum Madrid og Lissabon og aðrar stórbýir í Suðurevropa á dálkingarlistanum. Hann vísir á, at teir partiklarnir, sum OECD hevur kannað, stava fyri ein stóran part frá dálking í øðrum londum, meðan umleið 20 prosent stava frá bilferðsluni í býunum.
Í Keypmannahavnar kommunu siga tey, at á hvørjum ári doyggja umleið 500 fólk í kommununi ov tíðliga orsakað av luftdálkingini.