Tá G! festivalurin seinast var, í 2007, vóru tað nógvar fyritøkur, ið mistu pening. Festivalurin fór á heysin, og ein meiri lunkað útgáva varð hildin í 2008.
G! mini, sum tað kallaðist í 2008, bleiv ikki tann heilt stóra søgan. Veðrið var onki serligt, og tað vóru ikki nakað serliga nógv fólk á festivalinum, ið var seldur upp á, at nú skuldi peningur savnast fyri at fáa festivalin upp á beinini. Avlopið gjørdist, sambært roknskapinum - ið ikki er grannskoðaður - einar 10.000 krónur. Men Jón Tyril ber ikki banga fyri festivalinum, ið nú skal verða.
- Vit eru komin líka langt, sum vit plaga at vera komin um hesa tíðina. Vit fara ikki at kunngera nøkur nøvn enn, men fara at selja atgongumerkir frá næstu viku, har vit fara at hava líknandi tilboð sum í 2006 og 2007, sigur Jón Tyril, sum leggur afturat, at fíggjarliga útgangsstøðið er betri, enn tað fyrr hevur verið, tí nú byrja tey við peningi á kontoini. Hetta hevur ikki verið galdandi fyrr.
Klárir at veita
Jón Tyril greiðir eisini frá, at tað bert vóru fyritøkur og ikki privatpersónar, ið mistu pening í 2007. Hann roknar eisini við, at fyritøkurnar, ið hava mist, vilja veita teimum tænastur aftur.
- Tað verður eitt sindur meira tað, at vit skulu gjalda frammanundan festivalinum, men eg haldi ikki, at nøkur fyritøka aftrar seg við, at veita okkum tænastur, sigur Jón Tyril, sum leggur afturat, at um fyritøkurnar skulu hava nakran møguleika at vinna peningin aftur, so mugu tær halda á fram við at virka.
Ljótøkni, ið fyrr hevur veitt G! festivalinum tænastur og misti pening í 2007, greiða frá, at tað er júst sum Jón Tyril sigur.
- Vit eru sjálvandi harmir um at hava mist pening, men vit hava eisini mist pening til onnur tiltøk. Vit veittu teimum ikki nakra útgerð í fjør, uttan nøkur teppir. Eg haldi tað var tí, teir hildu, vit vóru óðir, men høvdu teir spurt okkum, so høvdu vit eisini veitt útgerð tá, greiðir Fróði V. Dam frá. Hann leggur tó afturat, at teir nú altíð hava trygd frá bankanum, um at fáa peningin aftur fyri veitta útgerð, soleiðis, at teir ikki enda í somu støðu í 2007.
Sama dag sum Futt
25. juli, tá seinasti dagurin á G! festivalinum ætlandi skal vera, verður Futt í býin eisini. Hetta halda báðir partar vera óheppið, men hvørgin vil bakka.
- Tað hevði verið betri fyri báðar partar, um teir fluttu seg til 27. juli. Tað hevði verið besta loysnin, men vit fara at tosa saman aftur. Tað er so ikki nakar klandur ella nakað, sigur Jón Tyril. Hann leggur afturat, at 2009 verður eitt undantak, tí teir ikki vilja leggja seg á dagin hjá festivalinum í Kirkjubø, at teir hava gjørt avtalu við Gøtu kommunu og Víking um árið í 2009 og eisini greitt Tórshavnar kommunu frá støðuni, tí teir ikki vilja troka seg ov nær ólavsøkuni.
Jóhannus á Rógvu Joensen, ið er við til at skipa fyri Futt í býin, greiðir frá, at tey hava kannað møguleikan at leggja konsertina 27. juli, men at hetta ikki ber til.
Sum skilst vera hesi bæði tiltøk sama dag, men hetta skal broytast í 2010, tá ætlanin er at hava festival í Kirkjubø vikuskiftið 10. juli, G! um 17. juli og eitt stórt Futt í býin um 24 juli. Umframt Summarfestivalin eisini, ið liggur í augustmánaði. So um alt gongur sum ætlað, fáa festivalgangarar nóg mikið at gera, bæði í 2009 og 2010.










