Arsenal hevur leingi verið oddalið í Onglandi, men nú tykist luftin at vera farin úr bóltsnillingunum í London felagnum.
Í kvøld fóru stjørnurnar fyri fjórðu ferð á rað av vøllinum eftir javnleik í landskappingardysti. Arsenal hevði vitjan av Middlesbrough, og úrslitið gjørdist 1-1, eftir at Middlesbrough hevði verið á odda í meiri enn ein tíma. Jeremie Aliadiere, sum áður hevur spælt við Arsenal, legði gestirnar framum í 25. minutti, og so var dagsskráin sett.
Arsenal royndi og royndi, og Middlesbrough vardi og vardi, meðan teir lúrdu eftir møguleikum at fara í snarálop.
Heimaliðið hevði ikki hugflog og yvirskot at spæla seg til nógvar upplagdar møguleikar. Miðvallarin Fabregas var eina ferð leysur, men málverjin bjargaði. Fýra minuttir fyri leiklok eydnaðist tað eftir deyðbóltsstøðu Arsenal at javna. Kolo Toure var málskjútti.
Nú hava bæði Manchester United og Arsenal 67 stig, men Arsenal hevur spælt 30 og Manchester United 29 dystir.